Tí skalt tú velja Medinor sum veitara
Vøruúrval
Tú fært atgongd til eitt sera breitt úrval av vørum frá fremstu framleiðarunum í heiminum.
Vit hava gjørt tríggjar serpríspakkar við mest brúktu vørum til:
- Læknaviðtalur
- Tannlæknar
- Røktarøki
Hesar fært tú atgongd til uttan mun til stødd á viðtalu, stovni ella kommunu.
Bíleggingarskipan
Vit hava eina bíleggingarskipan har tú sera lætt kanst leita eftir vørum og bíleggja júst tað tú hevur tørv á. Vit hava funktiónir so sum:
- Skjótt at endurkeypa vøru
- Legg vørur á tín vørulista
- Sí støðulýsing á bíleggingum
- Starvsfólk hava egnan brúkara
Føroyska kundatænastu
Vit bjóða tær føroyska kundatænastu og fakliga ráðgeving um dagligar avbjóðingar. Okkara ráðgevar kunna seg javnan um hvat rørir seg úti í heim, reflektera tað til okkara viðurskifti og taka viðkomandi vitan heim til Føroya til gagns fyri føroyska heilsuverkinum.

Soleiðis verður tú kundi hjá Medinor
Stig 1: Set teg í samband við okkum
Útfyll oyðiblaðið niðanfyri við tínum upplýsingum. Vit seta okkum í samband við teg innan 24 tímar fyri at tosa um tín tørv og møguleikar.
Stig 2: Tillagað tilboð og vøruúrval
Vit gera tær eitt tilboð og seta saman eitt vøruúrval, sum hóskar til tín tørv. Tú fært serprísir upp á tær vørurnar, tú brúkar javnan, og kanst eisini vera við til at ávirka, hvørjar vørur vit hava á goymslu.
Stig 3: Bílegg lætt í okkara skipan
Tá tú ert stovnaður sum kundi, fært tú atgongd til okkara bíleggingarskipan, har tú lætt kanst bíleggja vørur beinleiðis til dyrnar.
Gerst kundi
Ynskir tú at gerast kundi hjá Medinor Sp/f, so skalt tú útfylla oyðublaðið niðanfyri. Um tín fyritøka ella stovnur longu er kundi hjá Medinor, so skalt tú einans stovna tær ein brúkara á okkara bíleggingarportali.